Fótbóltsfelagið Klettar

Á aðalfundi hjá føroyingafelagnum í Aarhus, tann 23. februar 2013 varð føroyskt fótbóltsfelag sett á stovn. Eftir fleiri ár, har bert innandura fótbóltur var bjóðaður føroyingum í Aarhus, settu fýra ungir menn sær fyri at stovna fótbóltsfelag. Hesir fýra vóru Arnfinnur Nesá, Jákup Andrias Kristiansen, Per Dávidsson Jacobsen og Sam Jacobsen. Á aðalfundinum varð eisini avgjørt, at fótbóltsfelagið skuldi eita FF Klettar. Jóannes Martin Johannesen til navnið.

NEVNDIN

Niclas H. Eysturoy, formaður

Jóannes Martin Johannesen, varaformaður og ritari (skrivari)

Teitur Rasmussen, peningarøkil (kassameistari)

Ragnar Bára Tausen, nevndarlimur

Signar í Frammistovu, nevndarlimur