Ymiskt

Innandura fótbóltur hvørt fríggjakvøld allan vetur

Fríggjadagin 6. november verður innandura fótbóltur aftur á skránni. Hetta hevur verið afturvendandi í Føroyingafelagnum og tað er altíð stórur áhugi fyri at møtast fríggjakvøld, spæla nakrar dystir og drekka eina øl saman aftaná.

Í ár verður innandura fótbóltur í Nordgårdskolen-høllini í Brabrand, (Sigridsvej 46, 8220 Brabrand) útvald fríggjakvøld frá kl. 18.-20.00 (Tvs. Ikki hvørt fríggjakvøld).

Kostnaðurin fyri at luttaka er 20kr. fyri ikki-limir, meðan limir gjalda 10 kr.
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagar kl. 14.00 – Um minst 8 eru tilmeldaðir tá, so verður spælt.

Kommentarer lukket til Innandura fótbóltur hvørt fríggjakvøld allan vetur