Føroyingafelagið útleigar Áarstovu

Dámligu hølini í Áarstovu liggja væl fyri miðskeiðis í Aarhus í fjálgari kjallarahædd á Hermodsvej 5A? í Aabyhøj.

Karmarnir eru hugnaligir, fjølbroyttir og góðir til eitthvørt tiltak so sum fyrilestur, føðingardag, størri ella smærri veitslur, bindiklubb og enntá dans.

Bæði ljóð- og videoútgerð er til taks.

Hølini, ið hava eina nýtsluvídd á umleið 120 m² og kunnu deilast upp í tveir salir, eru góðkend at 75 persónum.

Køkurin hevur allar neyðugar hentleikar til matgerð. Borð, stólar og borðbúnaður eru tøk, umframt reingerðaramboð eftir nýtslu av hølunum.

Góðir møguleikar fyri ókeypis parkering og einans 400 metrar til buss.

Tak samband við felagið á teldupost aarstovu@aarstovu.dk ella send eini boð á facebook, um tú ert áhugað í at leiga hølini.

Tað krevst limeskap at leiga hølið. Leigan er 1000 kr. fyri ein dag og 750 kr. um dagin fyri fleiru samanhangandi dagar.