Komandi tiltøk í Áarstovu
Renn og Flenn – 02/05/2026
Kom við til renning við føroyingum í Aarhus leygardagin 2. mai. Vit møtast í hølunum hjá Føroyingafelagnum. Rutan er 5km í einum tempo, sum øll kunnu vera við til. Aftaná er møguligt at vera við til kaffi og hugna. Vit síggjast 🙂
Beachvolley – 09/05/2026
Leygardagin 9. Maj verður beachvolley við Aarhus BeachVolley Club frá 12:30-15
Adressan er Vesterengvej 35. Tiltakið er fyri allar føroyingar (við makum) í Aarhus, øll eru vælkomin vand sum óvand, vit spæla bara fyri stuttleika. Áskoðarir eru eisini vælkomnir við.
Eftir beach volley verður ein steðgur til tey, ið líka ynskja at sleppa heim áðrenn vit møtast í føroyinga felagnum frá kl 17 har tað verður møguleiki fyri ymiskum spølum. Barrin verður sjálvandi opin.
Seinni út á kvøldið tá svongdin sníkjur seg á er møguleiki fyri at bestilla mat útifrá.
Fyri at luttaka skal man vera limur í føroyinga felagnum. Limagjald fyri árið 2025 kostar 100kr og skal gjaldast antin á mobilpay ella sum bankaflyting. Mobilpay: 13489 Kontonr: 9570-12592930 Viðmerk navn og teldupost tá goldið verður. Limaskapurin er galdandi árið út.