Limaskapur

Limaskapur í Føroyingafelagnum í Aarhus gevur tryggar karmar og greiðar fyrimunir sum føroyingur í Aarhus.

Sum limur verður tú partur av einum føroyingafelag við nógvum fjølbroyttum virksemi.

Limir í felagnum eiga so vítt gjørligt at sleppa ókeypis inn til tiltøk, ella til munandi lægri prís.

Dámligu hølini í Áarstovu kunnu leigast til ymiskt endamál. Aftur her hava limir felagsins ein fyrimun og kunnu leiga hølini fyri hálvan prís.

Einans limir hjá føroyingafelagnum í Aarhus kunnu keypa drykkjuvørur, mat og  fisk í Áarstovu.

LIMAGJALD

Vaksin: 100kr.

Barn: 75kr*

Eindagslimur: 25kr

* Føroyingafelagið fær árliga stuðulsjáttan frá Aarhus Kommunu fyri barnavirksemi sítt, tískil eru barnalimir ein sonn gáva fyri felagnum.

GJALDSHÆTTIR

MobilePay á 13489
Viðmerk “limagjald”, navn, føðingardag og teldupost.

Bankaflyting á konto hjá Danske Bank 9570    12592930
Viðmerk “limagjald”, navn, føðingardag og teldupost.

Gjaldast kann eisini í Áarstovu við reiðum peningi.