Føroyskur sunnudagsskúli

Føroyingafelagið í Aarhus skipar fyri føroyskum sunnudagsskúla, ið er fyri øll børn. Sunnudagsskúlin er annan hvønn sunnudag í Áarstovu, og byrjar kl 15.00. Sunnudagsskúlin varir í umleið 45 minuttir, har sungið verður í umleið 20 minuttir, og síðani hoyra børnini søgu úr Bíbliuni.

Endamálið við sunnudagsskúlanum er at vinna børn fyri Jesus.

 

Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga!

So víkur hann ikki av henni, heldur ikki,

táið hann verður gamal. Orðtøkini 22:6

 

“Latið hin smáu børnini koma til Mín,

og forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir

slíkum til.” Lukas 18:16

 

HUGLEIÐING

At hugsa aftur og minnast tíðina í Aarhus verður í okkara heimi altíð gjørt við einum smíli. At flyta við børnum í annað land var ein sera stór avgerð og avbjóðing, einamest tí alt er so nýtt og fremmant. Sum foreldur at fýra smáum børnum, so byrjaðu vit at ganga í føroyskum sunnudagsskúla í Aarhus, tá vit flyttu niður at lesa í 2005. Hetta var sera natúrligt fyri okkum og samstundis var hetta ein partur av at hava nakað trygt og vælkendt at fara til og verða saman um. Tá vóru tað hjúnini Laila A. og Bárður Kass Nielsen og Elisabeth Poulsen, ið høvdu sunnudagsskúlan í Aarhus. Árið eftir flutti familjan Nielsen heim aftur á klettarnar og Elisabeth valdi eisini at leggja frá sær.

Vit blivu tá spurd og játtaðu at átaka okkum sunnudagsskúlaarbeiðið. Vit bæði høvdu havt við samkomuarbeiði at gera áðrenn vit fóru niður, tó einamest við ungdómi. Men nemliga tað at børn, ung og vaksin kunnu verða í kristnum felagskapi, er ein av grundtankunum undir sunnudagsskúlaarbeiðinum og hetta tiltalaði okkum bæði. Undirtøkan fyri sunnudagsskúlanum hevur fyri tað mesta verið sera, sera góð og praktiska hjálpin frá øðrum sunnudsagsskúlaforeldrunum í Aarhus hevur bestemt ikki ligið eftir, og tað skulu tey hava eina hjartans tøkk fyri.

Sum ein sjálvstøðugur bólkur sum virkaði í Føroyingafelagnum í Vestergade, síðani Toldbodgade, Hasle Skole og nú í nýggju, snotuligu hølunum á Hermodsvej, vóru uttaru karmarnir lagdir. Ynski um at boða føroyskum børnum (og foreldrum teirra) um Jesus á føroyskum við søgu, sangi og samfelag, var eitt kall, ið eisini hevur havt sera góða og jaliga ávirkan á okkum sum trúgvandi, sum sunnudagsskúlalærarar, foreldur og føroyingar uttanlands. At læra at skapa sunnudagsskúlaarbeiði soleiðis, at børn í øllum aldri fingu nakað burturúr var tíðum ein avbjóðing, serliga søgurnar mugu forteljast soleiðis at tey smáu skilja tær, samstundis sum størru børnini og foreldrini eisini føla at søgurnar eisini eru til tey. Eisini fyri børn okkara hevur sunnudagsskúlin havt stóran týdning. Spurd um júst hetta siga tey, at bíbliusøgurnar og sangurin hava verði góðar at koma at kenna, eisini tí tey so ofta møttu øðrum børnum sum høvdu aðra trúgv, og tá var gott at vita hvat tað kristna grundarlagið byggir á.

Tann sosiali parturin av sunnudagsskúlanum hevur ikki ligi eftir og teir nýggju og gomlu føroysku vininir hava eisini havt sera stóran týdning fyri bæði okkum vaksnu og fyri børnini. Bæði vit og børnini halda eisini at viðlíkahaldið av føroyska málinum og kennskapurin við føroyskar sunnudagsskúlasangir hava verið gott – serliga nú vit eru komin heim aftur, er gott við felags sunnudagsskúlaupplivingum. Sunnudagsskúlin hevur havt stóran týdning fyri okkum og vóna vit, at sunnudagsskúlin framhaldandi verður ein týdningarmikil andaligur og sosialur partur av føroyingafelagnum, har børn koma at hoyra og syngja um Jesus í einum deiligum sosialum, kristiligum felagsskapi.

Her heima á klettunum ynskja vit tykkum øllum alt tað besta og okkara eftirfylgjarum Harrans ríku signing í arbeiðinum.

/ Kári, Marin, Gunnvør, Boas, Malan og Margretha Østerø