Føroyskur dansur

Føroyingafelagið í Aarhus skipar fyri føroyskum dansi, ið er fyri øll. Dansibólkurin kallar seg fyri “Ólivant”. Føroyskur dansur er tvær ferðir um mánaðin í Áarstovu, tó ikki um summarfrítiðina.

Ein kann fylgja dansibólkinum Ólivant á facebook, har alt samskifti í bólkinum gongur fyri seg. Bólkurin eitur: “Ólivant – Føroyskur Dansur í Århus“.

Føroyðingafelagið viðurkennir, at føroyskur dansur er ein týðandi partur av føroysku mentanini og skal varðveitast í hesum broytandi tíðum.

Føroyskur dansur er gamal siður hjá føroyingum og eitt av okkara sermerktu eyðkennum. Hetta er dansur uttan ljóðføri.

Føroyskur dansur er leikur og framførsla. Við orðum, tónum og stevi verður ein søga borin fram í ringinum. Skiparin byrjar øll ørindini, og setur hann sín serliga dám á dansin. Hann setir tempo, hvussu høgt verður kvøðið og um kvøðast skal stillisliga ella harðliga. Hann setur sín dramatiska dám á dansin við at brúka allar teir møguleikar, dansurin goymir í sær. Hansara atburður og háttalag við ørmum, kroppi og andlitsbrá hava nógv at siga, fyri at skiparin kann fáa tað rætta sambandið við dansifólkið. Dansifólkið tekur undir við skiparanum í viðganginum við endan av hvørjum ørindi.

ÁBYRGDAFÓLK

Hanus Pál Jógvansson