Nýt Áarstovu sum lestrarpláss

Føroyingafelagið í Aarhus hevur nógv ymisk tiltøk gjøgnum dag, mánaðar og ár, og nú hevur felagið valt at leggja enn eitt tiltak afturat.
Av tí at felagið hevur ógvuliga nógvar limir, ið á ein og annan hátt eru lesandi, verður nú skipað fyri, at Áarstova kann verða nýtt sum lestrarhøli í dagtímunum.
Hølini eru sera væl egnað til tílíkt virksemi, har eru nógv og góð sitipláss, tráleyst internet, atgongd til wc og køk osv.
Kaffi/te er altíð at fáa – hetta verður ókeypis, men høvi verður tó at lata nakrar krónur í ein sonevndan kaffikassa.

Hetta tilboðið er fyri allar limir felagsins og er heilt ókeypis.
Opið verður frá kl. 10-18 hvønn gerandisdag, og er tørvur á at møta fyrr um morgunin, ella sita longri út á kvøldarnar er møguleiki eisini fyri hesum, tó ikki teir dagar har onnur tiltøk eru í hølunum (sí kalendara)
Neyðugt er ikki við tilmelding, ella binding uppá nakran hátt. Leggjast kann afturat, at møguleiki er fyri at fáa eitt skáp, ið kann læsast, soleiðis at tú ikki noyðist at taka alt tilfar við tær, hvørja ferð tú fert úr hølunum.

So hevur tú brúk fyri einum lestrarplássi í eina avmarkaða tíð, einkultar dagar, í royndartíðum, ella bara brúk fyri einum skifti í gerandisdagnum, er høvi at koma oman í Áarstovu, finna tær eitt pláss, logga teg á neti og arbeiða í frið og náðum.

Kontaktpersónur í oktober og november er:

Marin Magnusdóttir Østerø, stud.cand.pæd.pæd.psyk. (specialeskrivandi)
t-post: marin_ostero@hotmail.com

Fartelefonnr. 20 59 97 84

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Vinarliga,

Nevndin í Føroyingafelagnum