ÁARSTOVA
Um Føroyingafelagið
Føroyingafelagið í Aarhus, hevur til endamáls at vera eitt samkomu- og tilhaldsstað fyri føroyingar í Aarhus og í umráðnum, ið hava áhuga fyri føroyskari mentan.
Føroyingafelagið í Aarhus heldur til í hølum felagsins, Áarstovu, á Hermodsvej 3A, 8230 Aabyhøj. Í Áarstovu er millum annað ráðgeving fyri føroyingar búsitandi í Aarhus, føroyskur barnaskúli, føroyskur sunnudagsskúli, føroyskur dansur, føroysk møtir og annað virksemi.
Føroyingafelagið í Aarhus varð stovnað hin 14. septembur í 1963. Stovningarfundurin var settur á Hotel Regina í Aarhus kl 20.00 av Zakarias F. Wang úr Kaldbak. Jon Simonsen úr Sandavági var orðstýrari á fundinum. Umleið 20 føroyingar møttu upp til hetta fyri okkum í dag so týdningarmikla endamál.
Á fundinum varð Zakarias F. Vang valdur til formann, Eyðun á Rógvu Olsen til peningarøkil og Anna Lassen til skrivara. Aðrir nevndarlimir vóru Anna Kastrup og Kristina Evensen Bergstedt. Til tiltakslimir vóru valdir Flemming Augustinussen og Andru Harboe Ree. Til grannskáðarar vóru valdir Petur Zakariassen og Carl Mikkelsen.
Søgan handan
Búmerki

Búmerkið hevur Jákup Olsen, arkitektur, teknað.
Búmerkið ímyndar hálvoynna Jútland, sum er íklødd føroyskari húgvu og føroyskari troyggju. Føroyska húgvan er sjálvsagt reyð og svørt, troyggjan morreyð, og Jútland er grøn.
Búmerkið varð tekna í 1993, eftir at táverandi nevnd samtykti at útskriva eina búmerkjakapping tann 8. novembur 1993. Freistin at senda uppskot inn var 29. novembur 1993. Heiðurslønin var 1000kr, og vinnarin varð avdúkaður á ræstkjøtaveitsluni 3. desembur sama árið.
Einasta krav til búmerkið var, at bert fýra litir skulu nýtast, umframt svart og hvítt.
/ Áarósin, novembur 1993. / Áarósin, juni 1994
NEVNDIN 2026
FORMAÐUR : Eigil Oddmarsson
NÆSTFORMAÐUR : Niklas Samuelsen
KASSAMEISTARI: Barbara Hammer
NEVNDARLIMIR:
Hans Sejer Tummasarson
Bárður Lenvig
Bára Helmsdal Clothier
Rannvá Fróðadóttir á Dunga
Sofía Súnadóttir Pedersen
Tórunn West av Teigum
Eykalimir
Brandur Mohr Simonsen
Robert Bjarnason
Helgi Højgaard Hanusarson
Guðrið Káradóttir Petersen
Nevndin fyri Føroyingafelagið í Aarhus hevur evstu ábyrgd fyri felagið og fyri Áarstovu. Liminir velja nevndina á hvørjum ári á aðalfundinum. Limirnir og virksemi hjá liminum eru ein avgerandi og týðandi partur av felagnum, tí føroyingafelagið er eitt stórt virksemi, og virksemi hjá nevndini er sjálvboði arbeiði. Núverandi nevndin varð vald og skipað til aðalfundin í endanum av mars 2026.

