Halloween í Aarstovu

Halloween veitsla verður í Aarstovu leygardagin 29/10/22! Minst til at gáva verður givin til bestu grýlu! Og vælkomstsnapsur til allar grýlur! So tað er ikki at smæðast burtur! Kom og finn klæðini fram! Happy Hour kl 20-21! Tað verður mega…

Føroyskur dansur verður aftur í januar

Tá jólini eru av og vit skriva 2016, tá verður fari upp á gólv aftur. Hettar fyrsta dansiðkvøldið, 11. januar í 2016, fara vit, út yvir tað vanliga fótatraðki, at telja jólini, bæði Sankta Simeon og Sankta Mortan. Okkurt annað…

Innandura fótbóltur hvørt fríggjakvøld allan vetur

Fríggjadagin 6. november verður innandura fótbóltur aftur á skránni. Hetta hevur verið afturvendandi í Føroyingafelagnum og tað er altíð stórur áhugi fyri at møtast fríggjakvøld, spæla nakrar dystir og drekka eina øl saman aftaná. Í ár verður innandura fótbóltur í…

Ruddingardagur/ hugnadagur í Áarstovu 24. oktobur

Einki føroyingahús uttan upprudding:) So komandi leygardag t. 24.oktobur kl. 14-18 (beint eftir føroyska barnaskúlan sum verður fra 10-14) verður ruddingardagur í Áarstovu. Hetta er við tí eygamáli at fáa húsið meira hugnaligt og arbeiðaravinarligt hjá okkara deiligu limum. Millum…

Ræstkjøtaveitslan í Aarhus 28. november

So er hon her, tann stóra, sera vælumtókta, og altíð væleydnaða RÆSTKJØTAVEITSLAN 2015 Aftur í ár verður skipað fyri eini ræstkjøtaveitslu, og aftur í ár verður hon hildin í teimum sera góðu kørmunum, ið Vejlby-Risskov høllin hevur at bjóða. So…

Nýt Áarstovu sum lestrarpláss

Føroyingafelagið í Aarhus hevur nógv ymisk tiltøk gjøgnum dag, mánaðar og ár, og nú hevur felagið valt at leggja enn eitt tiltak afturat. Av tí at felagið hevur ógvuliga nógvar limir, ið á ein og annan hátt eru lesandi, verður…