FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

Mannagongdir


Mannagongd fyri leigan av hølum felagsins

Møguleiki er, at leiga Áarstovu um felagið ikki skal nýta hølini til eitthvørt. Hølini eru egnaði til borðhald við upp til 50 sitandi gestum, og annars eru fasilitetir so sum ljóðannlegg, sjónvørpa, telda og samvirkin talva.

Afturat einum felagshølið er eisini eitt fittligt rúm við sofa-bólki og ein lítil "the-køkur".

Kostnaður fyri leigu av hølum felagsins:

Fyri limir:

-        Vikuskifti: 500 kr.

-        Tað er ókeypis, um fleiri limir (bólkur) felagsins vilja leiga hølini mitt í viku til eitt tiltak, meðan tað kostar 300 kr. um einstakur limur, leigar hølini mitt í viku.

Fyri tey, ið ikki eru limir:

-        Gerandisdagar: 1000 kr.

-        Vikuskifti: 2000 kr.

o   Møguleiki kann kanska verða, at leiga barrina fyri 500 kr. har Áarstova/húsavørðurin finnur barrtendara.

Mannagongd

-        Í vikuskiftinum skal lykilin avheintast kl. 12.00 og verða húsavørðinum aftur í hendi í seinasta lagi kl. 12.00 dagin eftir.

-        Gerandisdagar er tað upp til húsavørðin og leigaran, nær lykilin verður avheintaður og nær hann verður latin húsavørðinum aftur.

-        Um nakað verður brotið meðan hølini eru útleigaði, er tað ábyrgd leigarans.

-        Gjaldast skal áðrenn, ella tá lykilin verður avheintaður.

-        Leigarin vaskar eftir sær, og letur hølini í sama standi, sum áður.

-        Ynskir leigarin, at gjalda fyri at føroyingafelagið skipar fyri vasking, so kann hetta undir vanligum umstøðum keypast fyri 500 kr.

-        Hóast leigarin hevur goldið fyri vasking, krevur felagið, at leigarin ruddar áðrenn hølini verða latin frá sær, her verður hugsað um mat, uppvask, skrell o.l. Soleiðis at vaskifólkini bert skulu vaska gólv og vesi.

-        Tað er húsavørðurin, ið eftirmetir um hølini eru vaskaðið og latin í sama standi sum áður. Um vaskingin ikki er nøktandi verður tímaløn tikin fyri vasking.

Til ber at leiga hølini við at send mail til húsavørðin Erik Johannessen: ella við at ringja 53 50 05 43 


FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

Powered by GroupSpaces · Privacy · Terms · Support · Feedback · Create Your Own Group