Tað, at føroyingar standa saman um felagið og gjalda limagjald, er altavgerandi fyri, at vit føroyingar kunnu hava eini felagshøli í Aarhus. Uttan hølini var ikki felagnum lív laga – og ígjøgnum árið eru tey karmur um millum annað hátíðarhald av føroyskum merkisdøgum, tónleikaframførslur, veitslur, barna- og sunnudagsskúla, politisk og mentanarlig tiltøk umframt at tey eru tøk hjá limunum at leiga til eitthvørt endamál.
Men umframt at vera við til at tryggja grundarlagið undir felagnum, so fáa limir í Føroyingafelagnum fleiri heilt greiðar persónligar ágóðar:
• Avsláttur til tiltøk hjá Føroyingafelagnum (avsláttur vanliga millum 50 og 100 kr) • Avsláttur í Áarstovubarrini • Spæl ókeypis hjá Aarhus Minigolf miku- og hósdagar • 15% í avsláttri frá Faroe Fitness
Vit arbeiða áhaldandi við at fáa limum okkara enn fleiri ágóðar, so væntandi leggjast fleiri afturat sum limaárið líður.
Soleiðis gert tú:
Limaárið er frá 1. oktober 2011 til 30. september 2012 og er árliga gjaldið 300 kr.
Flyt vinarliga á konto í BankNordik: Reg 8490 konto 30 50 23 27 42
Viðmerk gjarna navn við flytingini og send annars eina fráboðan tilaarstova@aarstova.dk við hesum upplýsingunum:
Navn Føðingardagur Bústaður Epost
Limakort verða latin og send út seinni í desember.
Vit takka fyri stuðulin og ynskja tykkum ein góðan jólamánaða!