FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

Hvar er Áarstova?

Felagshølini hjá føroyingafelagnum verða rópt Áarstova og liggja tey væl fyri niðri í miðbýnum. 

Bústaðurin er Toldbodgade 8, 8000 Aarhus C - beint við Spanien Badeanstalt og í sama bygningi sum tónleikastaðið Train.



Hølini hava eitt felagshøli við tilhoyrandi café/barr, eitt hugnaligt høli við sofa-bólki og borðfótbólti, ein "the-køk", tvey toilet og hartil goymslurúm og skrivstovu.


Møguligt er at leiga Áarstovu um felagið annars ikki skal nýta hølini til eitthvørt. Hølini eru væl egnaði til borðhald við upp til 50 sitandi gestum, og annars eru fasilitetir so sum ljóðannlegg, sjónvørpa, telda og samvirkin talva til taks.

Meir um hetta, undir Mannagongdir


FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

Powered by GroupSpaces · Privacy · Terms · Support · Feedback · Create Your Own Group