FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

Kunning eftir aðalfundin

Leygardagin 4. februar hevði Føroyingafelagið í Aarhus árliga aðalfundin í Áarstovu.

Hølini í Toldbodgade uppsigast

Eitt av stórmálunum á fundinum vóru hølisviðurskiftini hjá felagnum. Førið er tað, at tað til felagshølini í Toldbodgade ikki hevur verið gjørligt at fáa øll neyðug loyvir uppá pláss, sum loyva felagnum at halda síni almennu tiltøk. 

Limir felagsins vórðu kunnaðir um bakgrundina fyri íkomnu støðuni, og dúgliga varð kjakast um hvussu framtíðin kann fara at síggja út. 

Avgjørt varð at siga leigumálið í Toldbodgade upp, og nýggja nevndin er longu farin undir at finna loysn á framtíðar hølisviðurskiftunum hjá felagnum.

Hóast felagið er bundið í leigusáttmála nakað framyvir, so hevur hendan avgerðin tað við sær, at tíðin við tiltøkum í Toldbodgade 8 er av. Nýggja nevndin arbeiðir við at finna onnur høli til komandi tiltøk og virksemið annars.

Avbjóðingin er nú at finna onnur hóskandi høli - og tað innanfyri felagsins fíggjarkarmar. Alt stendur eisini opið - felagið kann leiga egin høli, leiga saman við øðrum ella eitthvørt heilt triðja. 
Hevur onkur okkurt gott upp- ella hugskot, so frættir nevndin fegin frá tykkum!

Nýggj nevnd

Tríggir nevndarlimir halda fram - Hanus Toftheyggj, Magnus Skoralíð og Kári Sigvardsen - og tey tvey nývaldu umboðini eru Hanna Højbjerg Poulsen og Bárður Højgaard. 

Nevndin hevur havt sín fyrsta fund og har skipað seg soleiðis:

Kári Sigvardsen, formaður
Bárður Højgaard, næstformaður
Magnus Skoralíð, kassameistari
Hanus Toftheyggj, skrivari
Hanna Højbjerg Poulsen, bólkasamskipari

Tiltakslimir eru Elsa Maria Magnusardóttir Olsen og Hans Jákup Danielsen.

Blaðbólkurin endurmannaður

Føroyingafelagið hevur í langt áramál havt blaðútgávu sum part av sínum virksemi. Blaðið, Áarósin, er tó ikki útkomin seinastu tíðina og tí er tað gleðiligt, at tað á aðalfundinum aftur varð blást lív í hendan bólkin.

Nýggju oddafólkini eru Rói Danielsen, Tróndur Dalsgarð og Barbara Hentze í Stórustovu. 
Bólkurin er longu farin undir sínar fyrireikingar, og útvið 15 fólk eru sinnaði at hjálpa til við at skriva, myndum, uppseting og øllum tí, ið einum blaði tilhoyrir. 

Aðrir bólkar

Ikki stórvegis broytingar vóru til tiltaksbólkin. Nýggjur í bólkinum er Heini Mohr Hermansen, og sær bólkurin nú soleiðis út:

Anita Marnersdóttir Lisberg
Mariann Mohr Mortensen
Jákup Andrias Kristiansen
Heri Signar Nolsøe
Heini Mohr Hermansen
Per Jacobsen (í Føroyum í praktik)

Sunnudagsskúlabólkurin er óbroyttur og berandi kreftirnar har eru Kári Østerø og Marin Magnusardóttir Østerø.

Skúlabólkurin liggur í løtuni stillur. Er onkur - kanska nøkur foreldur - sum hava hug og áræði til at skipa fyri føroyskum barnaskúla í býnum, so hevur felagið hølir at vísa á og eisini er møguligt at fáa løn fyri hetta arbeiði. 


FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

Powered by GroupSpaces · Privacy · Terms · Support · Feedback · Create Your Own Group