FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

Aðalfundur 2012

Saturday, 4th February 2012 at 2pm

Location: Toldbodgade 8, 8000 Århus C

This event is in the past.

Á skránni til aðalfundin 4. februar eru stórmál á skránni - millum annað um felagið skal flyta úr hølunum í Toldbodgade. Les meira um hetta niðanfyri.

Skrá fyri aðalfundin:

1. Val av orðstýrara
2. Formansfrágreiðing
3. Framløga av roknskapi
4. Hølisviðurskifti
5. Áseting av limagjaldi
6. Innkomin uppskot
7. Val av nevnd
8. Val av eykalimum
9. Val av grannskoðarum
10. Val av áhuga- og arbeiðsbólkum
11. Annað

Flyta úr Toldbodgade?

Felagið flutti á sumri í 2010 í nýggj høli í Toldbodgade. Skjótt skuldi berast at, tí felagið varð sett á gøtuna úr hølunum í
Vestergade.

At síggja til, so fekk felagið við hølunum í Toldbodgade góðar umstøður at virka undir, og nevndirnar í felagnum hava síðani aftanfyri leiktjøldini arbeitt við at fáa til vega øll neyðug loyvi og at samráðast við kommunu, útleigara og aðrar almennar stovnar um nýggju hølisumstøðurnar, broyttar stuðulsupphæddir o.s.fr. Limir og nevnd hava verið væl nøgd við hølini, og væntaðu øll, at hetta var ein haldgóð langtíðarloysn fyri felagið.

Men nú er hendan tilgongdin handan leiktjøldini komin at enda, og yvirskipaða niðurstøðan er, at felagið kann ikki fáa øll neyðug loyvi til hølini í Toldbodgade. Meira verður greitt frá hesum á aðalfundinum, men grundleggjandi kann sigast, at hølini krevja umfatandi umbygging um tey skulu lúka krøv til virksemið hjá felagnum - og hesar broytingar er útleigarin ikki sinnaður at fremja.

Og við støði í hesum skal avgerð takast um hvørt leigumálið í Toldbodgade skal sigast upp ella ikki.

Tað er skilligt, at eitt tílíkt mál kann skapa nakað av órógvi millum limir felagsins, og tí er tað okkara vón, at vit føroyingar møta talsterkir til aðalfundin fyri at fáa málið nærri lýst, og at luttaka í kjakinum um hetta.

- ber tað til at verða verandi í hølunum?
- finnast onnur hóskandi høli at leiga?
- skal felagið broyta skap og kanska als ikki hava nakað fast leigumál?

Viðmerkingar til hetta og uppskot um onnur evni, sum skulu viðgerast á aðalfundinum kunnu sendast til nevndina á eposti:
aarstova(hjá)aarstova.dk

Nevndin í Føroyingafelagnum í Aarhus

Category:
Meetings

Comments


FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

Powered by GroupSpaces · Privacy · Terms · Support · Feedback · Create Your Own Group