Talgilda Heilsuskipanin (THS) er ein deild í føroyska heilsuverkinum, sum ynskir at koma í prát og samstarv við føroysk lesandi í Aarhus.
Ítøkiliga kann talan verða um samstarv um smærri verkætlanir, bachelor-verkætlanir ella eisini spesiali.
THS-deildin hevur ábyrgd av eini KT-skipan, sum sjúkrahús, kommunulæknar og apoteksverkið nýta og við tíðini eisini aðrar tænastur fara at verða knýttar uppí.
Men THS er áhuga í samstarvi við ØLL sløg av lesandi: lærarar, sjúkrarrøktarfrøðingar, KT-lesandi, økonomi, jura, sálarfrøði - ja, har er í grundini ongin avmarking.
Mánakvøldið 16. januar 2012 kl 19 fer THS at hava eina framløgu í Áarstovu, har kunnað verður um møguleikar fyri samstarvi.
So hevur tú áhuga í at arbeiða við onkrum ítøkiligum evnum í tínum verkætlanum og samstundis knýta bond til føroyska samfelagið, so er hetta ein einastandandi møguleiki.
Leinkja til Facebook-event