Føroyingafelagið í Aarhus hevur fingið nýggja limaskipan - og við hesum eisini nýggja heimasíðu.
Limaskipanin ger tað munandi høgligari fyri felagið at røkja sambandið við limirnar - ja, í breiðum týdningi at samskifta.
Okkurt hendinga orð í skipanini er á enskum, men vit vóna ikki at hetta darvar. Undir øllum umstøðum viga fyrimunirnir við skipanini fyri okkum tyngri enn hesin møguligi vansin.
Okkara mál og vón er, at nýggja síðan og skipanin skal verða við til at stuðla undir sambandinum millum føroyingar í Aarhus.
Vælkomin!
Føroyingafelagið í Aarhus