So verður ársins síðsta Pub quiz á skránni.
Tit, sum enn ikki hava vunnið nakað umfar í ár, hava enn ein møguleika.
"Pubquiz kongurin", ið summi kalla hann, Heri Nolsøe, situr í hesum døgum og ger spurningar klárar til komandi umfar, ið verður í Áarstovu nú leygarkvøldið, 26.november kl. 22.
Kappingin leygarkvøldið verður skipað soleiðis, at tað verða 4 vanlig umfør, meðan eitt umfar verður við "Ja", "Nei" spurningum.
Barrin er opin, sum vanligt, við sertilboðum fyri limir.