Føroyskur skúli

GG: einkin móðursmálsundirvísning gongur fyri seg í løtuni. Nenvdin arbeiðir hart uppá, at skipa fyri móðursmálsundirvísning til veturin 2019.

Føroyingafelagið í Aarhus skipar fyri móðurmálsundirvísing fyri børnum í skúlaaldri. Undirvíst verður annanhvønn leygardag í Áarstovu frá kl 10.00 til 14.00. Umframt føroyskum máli verður eisini undirvíst í føroyskari mentan, søgu og samtíð og landalæru.

Endamálið við undirvísingini er serliga at styrkja yrkisliga innlitið hjá børnunum í at nýta føroyska málið, bæði munnliga og skrivliga. Dentur verður eisini lagdur á, at børnini kenna til føroyskar sangir, sagnir, kvæði, føroysk , o.s.f..

Miðað verður í undirvísingin eftir at skipa hana soleiðis, at børnini varðveita áhugan fyri Føroyum, og eru før fyri at byrja í einum føroyskum skúla, um tey flyta aftur til Føroyar.

Føroyski skúlin er fyri børn, sum ganga í forskúla, til og við 7 flokki.

 

ÁBYRGDAFÓLK