Føroyingafelagið selur nú fisk frá NORÐFRA

Nordfra
Vit eru sera fegin um at geva hendan møguleikan til limir í felagnum.
Serliga verður talan um vørur sum eru í minni pakkum, til smærri húsarhald og til tey sum ikki hava stóran frystara.
Kvaliteturin er í topp og hesar vørur fáast ikki í vanligum handlum.
Vit hava:
Toskaflak 400 g fyri 60 kr
Fiskafrikadellir 460 g fyri 60 kr
Knettir 550 g fyri 60 kr
Raspað hýsuflak 450 g fyri 65 kr
Lippir 400 g fyri 75 kr
Laksaportiónir 250 g fyri 65 kr. 
Úrvalið fer eftirhondini at laga seg eftir eftirspurningi
Vit hava avmarkaðar mongdir, so um tú vilt verða sikkur uppá, at tað ikki er útselt tá tú kemur, so send eini boð til Tóru: torahdahl@gmail.com
Vit lýsa eftirhondini við fleiri søludøgum, sum oftast vilja verða í samband við tiltøk í felagnum.
Um tú ikki hevur goldið limagjald enn fyri 2018, so ber til at gjalda 100 kr í limagjaldi fyri 2018. Tú kanst tekna teg sum lim, um tú ikki ert limur enn.
Flyt pengarnar via MobilePay 13489. Viðmerk: Navn, føðingardag og teldupostadressu.