FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

News & Announcements

Kunning eftir aðalfundin

Posted by Føroyingafelagið í Aarhus, Thursday, 9th February 2012 @ 8:38pm

Leygardagin 4. februar hevði Føroyingafelagið í Aarhus árliga aðalfundin í Áarstovu.

Hølini í Toldbodgade uppsigast

Eitt av stórmálunum á fundinum vóru hølisviðurskiftini hjá felagnum. Førið er tað, at tað til felagshølini í Toldbodgade ikki hevur verið gjørligt at fáa øll neyðug loyvir uppá pláss, sum loyva felagnum at halda síni almennu tiltøk. 

Limir felagsins vórðu kunnaðir um bakgrundina fyri íkomnu støðuni, og dúgliga varð kjakast um hvussu framtíðin kann fara at síggja út. 

Avgjørt varð at siga leigumálið í Toldbodgade upp, og nýggja nevndin er longu farin undir at finna loysn á framtíðar hølisviðurskiftunum hjá felagnum.

Hóast felagið er bundið í leigusáttmála nakað framyvir, so hevur hendan avgerðin tað við sær, at tíðin við tiltøkum í Toldbodgade 8 er av. Nýggja nevndin arbeiðir við at finna onnur høli til komandi tiltøk og virksemið annars.

Avbjóðingin er nú at finna onnur hóskandi høli - og tað innanfyri felagsins fíggjarkarmar. Alt stendur eisini opið - felagið kann leiga egin høli, leiga saman við øðrum ella eitthvørt heilt triðja. 
Hevur onkur okkurt gott upp- ella hugskot, so frættir nevndin fegin frá tykkum!

Nýggj nevnd

Tríggir nevndarlimir halda fram - Hanus Toftheyggj, Magnus Skoralíð og Kári Sigvardsen - og tey tvey nývaldu umboðini eru Hanna Højbjerg Poulsen og Bárður Højgaard. 

Nevndin hevur havt sín fyrsta fund og har skipað seg soleiðis:

Kári Sigvardsen, formaður
Bárður Højgaard, næstformaður
Magnus Skoralíð, kassameistari
Hanus Toftheyggj, skrivari
Hanna Højbjerg Poulsen, bólkasamskipari

Tiltakslimir eru Elsa Maria Magnusardóttir Olsen og Hans Jákup Danielsen.

Blaðbólkurin endurmannaður

Føroyingafelagið hevur í langt áramál havt blaðútgávu sum part av sínum virksemi. Blaðið, Áarósin, er tó ikki útkomin seinastu tíðina og tí er tað gleðiligt, at tað á aðalfundinum aftur varð blást lív í hendan bólkin.

Nýggju oddafólkini eru Rói Danielsen, Tróndur Dalsgarð og Barbara Hentze í Stórustovu. 
Bólkurin er longu farin undir sínar fyrireikingar, og útvið 15 fólk eru sinnaði at hjálpa til við at skriva, myndum, uppseting og øllum tí, ið einum blaði tilhoyrir. 

Aðrir bólkar

Ikki stórvegis broytingar vóru til tiltaksbólkin. Nýggjur í bólkinum er Heini Mohr Hermansen, og sær bólkurin nú soleiðis út:

Anita Marnersdóttir Lisberg
Mariann Mohr Mortensen
Jákup Andrias Kristiansen
Heri Signar Nolsøe
Heini Mohr Hermansen
Per Jacobsen (í Føroyum í praktik)

Sunnudagsskúlabólkurin er óbroyttur og berandi kreftirnar har eru Kári Østerø og Marin Magnusardóttir Østerø.

Skúlabólkurin liggur í løtuni stillur. Er onkur - kanska nøkur foreldur - sum hava hug og áræði til at skipa fyri føroyskum barnaskúla í býnum, so hevur felagið hølir at vísa á og eisini er møguligt at fáa løn fyri hetta arbeiði. 

Tíðindabræv februar 2012

E-mail sent by Føroyingafelagið í Aarhus, Thursday, 2nd February 2012 @ 3:37pm

  • Aðalfundur 2012

    Saturday, 4th February 2012 at 2pm
    Location: Toldbodgade 8, 8000 Århus C

    Á skránni til aðalfundin 4. februar eru stórmál á skránni - millum annað um felagið skal flyta…

Føroysk lesandi áhuga í samstarvi í Føroyum?

E-mail sent by Føroyingafelagið í Aarhus, Sunday, 15th January 2012 @ 11:28pm

Føroysk lesandi áhuga í samstarvi í Føroyum?

Talgilda Heilsuskipanin (THS) er ein deild í føroyska heilsuverkinum, sum ynskir at koma í prát og samstarv við føroysk lesandi í Aarhus.

Ítøkiliga kann talan verða um samstarv um smærri verkætlanir, bachelor-verkætlanir ella eisini spesiali.

THS-deildin hevur ábyrgd av eini KT-skipan, sum sjúkrahús, kommunulæknar og apoteksverkið nýta og við tíðini eisini aðrar tænastur fara at verða knýttar uppí. 

Men THS er áhuga í samstarvi við ØLL sløg av lesandi: lærarar, sjúkrarrøktarfrøðingar, KT-lesandi, økonomi, jura, sálarfrøði - ja, har er í grundini ongin avmarking. 

Mánakvøldið 16. januar 2012 kl 19 fer THS at hava eina framløgu í Áarstovu, har kunnað verður um møguleikar fyri samstarvi.

So hevur tú áhuga í at arbeiða við onkrum ítøkiligum evnum í tínum verkætlanum og samstundis knýta bond til føroyska samfelagið, so er hetta ein einastandandi møguleiki.

Leinkja til Facebook-event

  • Ræstkjøtaveitslan 2012

    Saturday, 3rd March 2012 (all day)
    Location: Tousgårdsladen á Edwin Rahrs Vej 6B í Brabrand

    Veitslan verður sum vant í hugnaligu veitsluhølunum Tousgårdsladen á Edwin Rahrs Vej 6B í…

Ræstkjøtaveitslan 2012 (NÝTT DATO)

Posted by Føroyingafelagið í Aarhus, Monday, 9th January 2012 @ 1:05pm

Veitslan verður sum vant í hugnaligu veitsluhølunum Tousgårdsladen á Edwin Rahrs Vej 6B í Brabrand tann 3. mars 2012.

Hetta er afturvendandi størsta veitslukvøldið hjá føroyingum í Aarhus-økinum, og eitt kvøld, sum við ræsta kjøtinum sum høvuðsgesti, altíð er so serføroyskt hugnaligt.

Petsi Tvørfoss við bólki spælir til dans eftir borðhaldið og spæla tey alskyns útlendskan og føroyskan tónleik. Veitslustjóri á kvøldinum verður Rakul Thomsen.

Hurðarnar lata upp kl. 18.30 og byrjar veitslan kl. 19.00, har farið verður til borðs kl. 19.30.

Hetta er íroknað prísin:
- Durðasnapsur og vælkomstdrykkur
- Røst súpan niðurundir
- Gott ræst kjøt
- Dessert og kaffi
- Dansur við Petsi Tvørfoss og bólki
- Súpan og flutes út á náttina
- Felagssangur, undirhald, kórsangur og framúr gott lag á fólki

Kostnaður:
245,- fyri limir í Føroyingafelagnum í Aarhus (og limir í øðrum føroyingafeløgum í DK)
445,- fyri tey, ið ikki eru limir (hesi gerast samstundis limir)

Keyp atgongumerki:
Flyt upphæddina á konto´ina niðanfyri og viðmerk navn (nøvn):
Reg: 8490 Konto: 30 50 23 27 42

Seinasta freist at keypa atgongumerki er 25. februar 2012 og tað er avmarkað atgongd.

Føroysk lesandi áhuga í samstarvi í Føroyum?

Posted by Føroyingafelagið í Aarhus, Friday, 6th January 2012 @ 9:34am

Talgilda Heilsuskipanin (THS) er ein deild í føroyska heilsuverkinum, sum ynskir at koma í prát og samstarv við føroysk lesandi í Aarhus.

Ítøkiliga kann talan verða um samstarv um smærri verkætlanir, bachelor-verkætlanir ella eisini spesiali.

THS-deildin hevur ábyrgd av eini KT-skipan, sum sjúkrahús, kommunulæknar og apoteksverkið nýta og við tíðini eisini aðrar tænastur fara at verða knýttar uppí. 

Men THS er áhuga í samstarvi við ØLL sløg av lesandi: lærarar, sjúkrarrøktarfrøðingar, KT-lesandi, økonomi, jura, sálarfrøði - ja, har er í grundini ongin avmarking. 

Mánakvøldið 16. januar 2012 kl 19 fer THS at hava eina framløgu í Áarstovu, har kunnað verður um møguleikar fyri samstarvi.

So hevur tú áhuga í at arbeiða við onkrum ítøkiligum evnum í tínum verkætlanum og samstundis knýta bond til føroyska samfelagið, so er hetta ein einastandandi møguleiki.

Leinkja til Facebook-event

Fá eitt JobPrát millum jóla og nýggjárs!

Posted by Føroyingafelagið í Aarhus, Tuesday, 13th December 2011 @ 10:09pm

Tjúgu fyritøkur og stovnar ynskja at hitta lesandi føroyingar og útisetar til at umrøða framtíðar starv í Føroyum. Hósdagin tann 29. desember verður starvsstevnan Jobmatch í nýumvaldum, hugnaligum hølum á Østrøms Fabrikk á Skálatrøð í Havn.

Hetta er á triðja sinni, at Jobmatch verður fyriskipað, men hetta er fyrstu ferð tiltakið verður í Føroyum. Endamálið er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, lesandi og útisetar.

Royndirnar vísa, at mest kemur burturúr, um áhugað bíleggja sær eitt sokallað JobPrát, sum er ein óbindandi styttri samrøða á 10-15 minuttir. Her fáa tey høvi til at kunna seg um tær fyritøkur og stovnar, tey eru áhugað at koma í samband við, umframt at greiða frá um seg sjálvan. Til ber at bíleggja eitt JobPrát á www.jobmatch.fo

Higartil hava tjúgu fyritøkur og stovnar teknað seg til at hava eitt fundarstað á Jobmatch. Til ber at lesa um hesar á www.jobmatch.fo

Starvsstevnan byrjar hósdagin 29. desember kl. 14 og er opin til kl. 21. Tað er ókeypis at vitja á Jobmatch, sum verður fyriskipað av Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsinum, Altjóða Skrivstovuni og MFS.

Vegna fyrireikararnar
Katrin I Jakobsen Samskipari
kj@syntesa.fo
+298 283978

Vinn ferð við Norrønu í summar

E-mail sent by Føroyingafelagið í Aarhus, Tuesday, 13th December 2011 @ 9:41am

Halló kæri føroyingur,

Vit loyva okkum at koma við eini vinarligari áminning.

Sum áður nevnt, so hevur Smyril Line latið okkum eina ferð fyri 2 vaksin og 2 børn aftur og fram við Norrønu í summar!

Og vit fara at burturluta ferðina um fáar dagar, og øll tey, sum hava goldið limagjald í seinasta lagi 15. desember, verða við í lutakastinum!

Trýst her fyri at síggja hvussu tú kanst gjalda limagjald og harvið verða við í lutakastinum

Blíðar heilsanir

Føroyingafelagið í Aarhus

Jólahugni í Áarstovu

Posted by Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Friday, 9th December 2011 @ 11:25am

Nú nærkast alvorliga, til jóla. 

Tiltaksbólkurin, í Føroyingafelagnum, hevur tískil avgjørt at skipa fyri jólahugna í Áarstovu, sunnukvøldið. 

Allir føroyingar í Århus er vælkomnir ein túr. 
Tað verður hugni, fyri allar pengarnar - hóast tað er ókeypis.

Møguleiki verður at keypa vafflir, holukøkur, gløgg, kaffi, the og piparnøtur. 
Eisini seta vit onkran góðan jólafilm frá, á stórskýggja. 

Sunnukvøldið 11.desember kl19.

Síggjast!

  • Jólahugni

    Saturday, 10th December 2011 at 7pm - 10pm

    Jólahugni verður í Áarstovu sunnukvøldið. 
    Tað verður eitt hugnaligt kvøld, við…

Nýggja heimasíðu- og limaskipan

Posted by Føroyingafelagið í Aarhus, Wednesday, 7th December 2011 @ 11:20pm

Føroyingafelagið í Aarhus hevur fingið nýggja limaskipan - og við hesum eisini nýggja heimasíðu. 

Limaskipanin ger tað munandi høgligari fyri felagið at røkja sambandið við limirnar - ja, í breiðum týdningi at samskifta. 

Okkurt hendinga orð í skipanini er á enskum, men vit vóna ikki at hetta darvar. Undir øllum umstøðum viga fyrimunirnir við skipanini fyri okkum tyngri enn hesin møguligi vansin. 

Okkara mál og vón er, at nýggja síðan og skipanin skal verða við til at stuðla undir sambandinum millum føroyingar í Aarhus.

Vælkomin!

Føroyingafelagið í Aarhus

Limagjald 2011-2012

E-mail sent by Føroyingafelagið í Aarhus, Thursday, 24th November 2011 @ 2:18pm

Kæri føroyingur!

Tað, at føroyingar standa saman um felagið og gjalda limagjald, er altavgerandi fyri, at vit føroyingar kunnu hava eini felagshøli í Aarhus. Uttan hølini var ikki felagnum lív laga – og ígjøgnum árið eru tey karmur um millum annað hátíðarhald av føroyskum merkisdøgum, tónleikaframførslur, veitslur, barna- og sunnudagsskúla, politisk og mentanarlig tiltøk umframt at tey eru tøk hjá limunum at leiga til eitthvørt endamál.

Men umframt at vera við til at tryggja grundarlagið undir felagnum, so fáa limir í Føroyingafelagnum fleiri heilt greiðar persónligar ágóðar:

• Avsláttur til tiltøk hjá Føroyingafelagnum (avsláttur vanliga millum 50 og 100 kr)
• Avsláttur í Áarstovubarrini
• Spæl ókeypis hjá Aarhus Minigolf miku- og hósdagar
• 15% í avsláttri frá Faroe Fitness

Vit arbeiða áhaldandi við at fáa limum okkara enn fleiri ágóðar, so væntandi leggjast fleiri afturat sum limaárið líður.

Ein av okkara góðu stuðlum, Smyril Line, vil eisini gjarna gera tað serliga lokkandi at avgreiða limagjaldið – so øll tey, sum gjalda limagjald áðrenn 15. desember 2011 verða við í lutakasti um eina ferð aftur og fram millum Føroyar og Danmark í summar fyri 2 vaksin í 2-koyggjukamarið!

Soleiðis gert tú:

Limaárið er frá 1. oktober 2011 til 30. september 2012 og er árliga gjaldið 300 kr.

Flyt vinarliga á konto í BankNordik - Reg: 8490 konto: 30 50 23 27 42

Viðmerk gjarna navn við flytingini og send annars eina fráboðan til aarstova@aarstova.dk við hesum upplýsingunum:

Navn
Føðingardagur
Bústaður
Epost

Limakort verða latin og send út seinni í desember.

Vit takka fyri stuðulin og ynskja tykkum ein góðan jólamánaða!

Føroyingafelagið í Aarhus

Ársins síðsta Pub quiz !

Posted by Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Wednesday, 23rd November 2011 @ 2:47pm

So verður ársins síðsta Pub quiz á skránni. 
Tit, sum enn ikki hava vunnið nakað umfar í ár, hava enn ein møguleika. 

"Pubquiz kongurin", ið summi kalla hann, Heri Nolsøe, situr í hesum døgum og ger spurningar klárar til komandi umfar, ið verður í Áarstovu nú leygarkvøldið, 26.november kl. 22.

Kappingin leygarkvøldið verður skipað soleiðis, at tað verða 4 vanlig umfør, meðan eitt umfar verður við "Ja", "Nei" spurningum.

Barrin er opin, sum vanligt, við sertilboðum fyri limir.

Aðalfundurin 2011

Posted by Føroyingafelagið í Aarhus, Friday, 11th November 2011 @ 7:33pm

Aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum varð hildin í Áarstovu leygardagin 24. september 2011. 

Fitt av limum møttu og nógv evni vórðu umrødd. Tíð varð tó eisini til kaffi, køkur og nakað hugna. 

Í nevndina vórðu vald: Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Hanus Toftheyggj, Hans Jákup Danielsen, Magnus Skoralíð og Kári Sigvardsen. 

Her er leinkja til (danska) fundarfrásøgn frá fundinum:

Generalforsamling 2011.docx

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Kári Sigvardsen, formaður
Hans Jákup Danielsen, næstformaður
Hanus Toftheyggj, skrivari
Magnus Skoralíð, kassameistari
Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, bólkasamskipari

  • Jólaguðstænasta

    Saturday, 3rd December 2011 at 3pm - 5pm
    Location: Christiankirkjan, Frederikshaldsgade 15 8200 Aarhus N

    Árliga og vælumtøkta jólaguðstænastan í Christianskirkjuni.

    Eftir guðstænastuna…

  • Áarstovubarrin opin

    Saturday, 26th November 2011 (all day), Saturday, 3rd December 2011 (all day)
    Location: Toldbodgade 8, 8000 Århus C

    Áarstova er opin frá klokkan 23 til 04.

  • Sunnudagsskúli í Áarstovu

    Sunday, 9th October 2011 at 3pm, Sunday, 23rd October 2011 at 3pm, Sunday, 6th November 2011 at 3pm, Sunday, 20th November 2011 at 3pm
    Location: Áarstova

    Vit fara at hugna okkum vid sangi, søgu og sjálvandi verður drekkamunnur aftaná, so…


FØROYINGAFELAGIÐ Í AARHUS

Powered by GroupSpaces · Privacy · Terms · Support · Feedback · Create Your Own Group